Uttanlands

ES er fíggindin hjá USA

Tað heldur Donald Trump, sum sigur, at ES ger sær dælt av USA

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2018-07-16 12:15 Author image
Ari av Rana
placeholder

Amerikanski forsetin Donald Trump heldur, at ES-londini gera sær dælt av USA í samband við handilsmál, og at alt ES-samastarvið er ein av fíggindunum hjá USA. Hetta segði forsetin við amerikanska tíðindastovnin CBS news.

- Vit hava nógvar fíggindar. Hyggja vit eftir hvat ES ger móti okkum, tá talan er um handil, eru teir okkara fíggindar, segði Donald Trump.

Trump segði, at hann heldur at limalondini í ES uppføra seg “sera trupult”, og legði eisini eftir teimum londunum, sum eisini eru limir í NATO, har hann heldur at limalondini brúka ov lítið uppá verju.

- Eg virði leiðararnar í londunum. Men tá talan er um handil, hava teir veruliga gjørt sær dælt av okkum, og fleiri av londunum eru eisini limir í NATO, og tey gjalda ikki sínar rokningar, segði Trump.

Donald Trump heldur, at lomalondini í NATO eiga at gjalda í minsta lagið 2 prosent av teirra bruttotjóðarúrtøku uppá verju, men tað gera bert fýra lond.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder