Uttanlands

ES, Facebook og Google fara at stríðast móti følskum tíðindum

ES er undir álopi, sigur formaðurin í Evropa-parlamentinum

Antonio Tajani, formaður í Evropa-parlamentinum

Antonio Tajani, formaður í Evropa-parlamentinum

2018-09-27 14:31 Author image
Oda Strøm
placeholder

ES hevur stórar avbjóðingar fyri framman við følskum tíðindum, nú Evropa-parlamentsvalið verður í mai 2019. Tað sigur formaðurin í Evropa-parlamentinum, Antonio Tajani, sambært TV2. 

- Álopini koma allastaðni frá. Evropa er undir álopi frá Russlandi og frá fólki, sum búgva í USA. Vit eru undir álopi frá 15 ymiskum londum.

- Tí er tað týdningarmikið, at vit hvønn dag arbeiða fyri okkara fólkaræði. Vit hava tørv á reglum á talgilda økinum. Uttan reglur er tað ógjørligt at verja okkara frælsi, segði Antonio Tajani hósdagin í Evropa-parlamentinum í kjalarvørrinum á, at ES-nevndin mikudagin legði fram eitt atferðarkodeks fyri internetplatformar og lýsingavinnuna.

Sambært TV2 vilja tøknirisar so sum Google, Facebook og Mozilla sjálvbodnir hjálpa til við at minka um følsk tíðindi á netinum. Tað merkir m.a., at falskar kontur verða í nógv minni mun loyvdar, og meira gjøgnumskygni skal verða í mun til politiskar reklamur - tað skal týðiliga kunna avlesast, hvør stendur aftanfyri reklamuna, og hvør ið hevur goldið fyri reklamuna.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder