placeholder
Uttanlands

ES fær færri skamtar av AstraZeneca hesa vikuna

Tvær sendingar, sum skuldu koma í næstum, skulu kannast, og tí minkar veitingin niður í eina helvt hesa vikuna

Koppingarevni hjá AstraZeneca (Mynd: EPA)

Koppingarevni hjá AstraZeneca (Mynd: EPA)

2021-04-10 10:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nøgdin av koppingarevni, sum ES fær frá AstraZeneca hesa vikuna verður minni enn upprunaliga ætlað. Helvtin av skamtunum, sum skuldu fara til ES hesa vikuna, eru seinkaðir.

Orsøkin er, sambært Ritzau, at tvær sendingar av koppingarevni, sum skuldu koma í næstum, skulu kannast, hevur fyritøkan boðað ES-kommisjónini og limalondunum frá. Sambært miðlinum Financial Times hevur fyritøkan tó eisini boðað frá, at ES framvegis fer at fáa 70 mió. skamtar í seinna ársfjórðingi, sum upprunaliga ætlað.

Hetta er bert tann nýggjasti í einari røð av trupulleikum, sum hava rakt AstraZeneca. Fleiri lond eru fyribils givin at koppseta við koppingarevninum, og onnur hava avgjørt bert at nýta evnið at koppseta fólk í ávísum aldursbólkum.

Har er orsøkin, at fleiri persónar í Evropa hava fingið blóðtøpp stutt eftir, at tey eru vorðin koppsett við koppingarevninum hjá AstraZeneca, og mikudagin boðaði evropeiski heilivágsstovnurin (EMA) frá, at har møguliga var samband millum koppingarevnið og blóðtøppar.

Í Danmark hava tey ikki brúkt koppingarevnið hjá AstraZeneca síðan fyrst í mars, og í Stórabretlandi fáa fólk undir 30 ár tilboð um aðra koppseting.

Í Belgia eru tey givin at koppseta fólk undir 55 ár við AstraZeneca, og í Italia eru tað bert tey yvir 60, sum verða koppsett við hesum koppingarevninum, tó kunnu tey, sum longu hava fingið fyrru koppseting frá AstraZeneca, eisini fáa seinnu koppsetingina.

Í Spania eru tað bert fólk í aldrinum 60 til 65 ár, sum fáa tilboð um koppseting við AstraZeneca.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder