Uttanlands

ES hevur góðkent skilnaðaravtalu millum Bretland og ES

Eftir ætlan skulu bretar fara úr ES 29. mars 2019

Mynd: The Telegraph

Mynd: The Telegraph

2018-11-25 12:34 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Stats- og stjórnarleiðarar hjá ES hava nú góðkent eina skilnaðaravtalu millum Bretland og ES.

Tað skrivar ES-forsetin, Donald Tusk á Twitter.

Allir ES-leiðarar eru savnaðir í Brússel í dag, og sambært ES-formanninum Jean-Claude Juncker, er hetta ein góð avtala.

"Hetta er best møguliga avtalan, men hetta er ein sorgarløta, og hetta er syndarligt," segði hann sambært DR.

Góðkenningin av avtaluni er tó ikki síðsta stigið á leiðini móti Brexit. Nú skal bretska parlamentið hava atkvøðugreiðslu um avtaluna.

Tað kann gerast torført hjá Theresa May at savna ein meiriluta fyri avtaluni. Sum nú er, sær tað út til, at stór mótstøða er í parlamentinum móti nýggju avtaluni. Tríggir andstøðuflokkar hava boðað frá, at tey fara at atkvøða ímóti, og fleiri av floksfeløgunum hjá Theresa May eru eisini ímóti avtaluni.

Eftir ætlan skulu bretar fara úr ES 29. mars næsta ár, og tí verður arbeitt við einari skilnaðaravtalu millum partarnar áðrenn tað. Hareftir kunnu samráðingarnar um framtíðarsamstarvið millum ES og Bretland byrja.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder