Uttanlands

ES umhugsar revsitiltøk móti stjórnini hjá Lukasjenko

Forsetin í Hvítarusslandi noyddi í gjár eitt flogfar hjá Ryanair at millumlenda í Minsk – Umborð á flogfarinum var ein hvítarussiskur andstøðustríðsmaður, sum síðani varð handtikin

Flogfarið hjá Ryanair lendi í Litava í gjárkvøldið (Mynd: EPA)

Flogfarið hjá Ryanair lendi í Litava í gjárkvøldið (Mynd: EPA)

2021-05-24 11:45 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

ES umhugsar nú at seta revsitiltøk í verk móti stjórnini í Hvítarusslandi.

Tá eitt flogfar hjá írska lágprísflogfelagnum, Ryanair, ið var ávegis til Vilnius, høvuðsstaðin í Litava, úr grikska høvuðsstaðnum Athen, í gjár fleyg yvir Hvítarussland, gav hvítirussiski forsetin boð um at senda út hernaðarflogfør at fylgja flogfarinum niður.

Orsøkin til, at forsetin, Aleksandr Lukasjenko noyddi flogfarið at lenda var, at har skuldi eitast at vera ein "hóttan móti trygdini" umborð.

Umborð á flogfarinum var 26 ára gamli andstøðustríðsmaðurin Roman Protasevitj, sum, eins og aðrir limir í andstøðuni, livir í útlegd í Litava.

Undir millumlendingini í hvítarussiska høvuðsstaðnum Minsk, varð hann handtikin, og flogfarið hjá Ryanair sat í Minsk í sjey tímar, áðrenn tað fekk loyvi at flúgva víðari. Flogfarið lendi í Vilnius um kvøldið beint fyri hálvgum átta okkara tíð.

Hildið verður ikki, at Roman Protasevitj var í flogfarinum, tá tað lendi í Litava sunnukvøldið, skrivar Ritzau.

Tá leiðarar í ES hittast til toppfund í Brússel í dag, fara teir at umrøða hendingina í Hvítarusslandi, og sambært talsfólki hjá ES-forsetanum Charles Michel, er ikki óhugsandi, at tosað verður um at seta í verk revsitiltøk móti hvíturussisku stjórnini.

Roman Protasevitj var eftirlýstur í Hvítarusslandi, har hann er redaktørur á andstøðumiðlinum Nexta, sum hann eisini hevur verið við til at stovna. Miðilin hevur spælt ein stóran leiklut í umfatandi mótmælunum móti stýrinum hjá Lukasjenko í fjør.

Stýrið í Hvítarusslandi hevur lýst hann sum ein ekstremist, og sambært andstøðuleiðaranum, Svetlana Tikhanovskaja, sum eisini er í útlegd í Litava, er Protasevitj í vanda fyri at verða dømdur til deyða í heimlandinum.

Svetlana Tikhanovskaja stillaði upp til forsetavalið í fjør móti Lukasjenko. Sambært almennu tølunum gjørdist Lukasjenko vinnari av valinum. Bæði eygleiðarar og andstøðulimir halda tó, at umfatandi valsvik var orsøkin til, at Lukasjenko varð afturvaldur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder