
Í apríl samtykti ES at leggja toll á ávísar amerikanskar vørur sum svar til fráboðaða tollin hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump á stál og alluminium. Hetta skuldi koma í gildi náttina til týsdagin, men aftursvarið hjá ES er nú útsett.
Tað sigur ES-nevndarforkvinnan, Ursula von der Leyen sambært Ritzau.
Orsøkin er, at ES í løtuni roynir at samráðast við USA um eina handilsavtalu fyri at sleppa undan tollinum á 30 prosent, sum amerikanski forsetin ætlar at leggja á vørur úr ES.
Les eisini: Trump: Tollurin á ES-vørur verður 30 prosent
Amerikanski tollurin á ES-vørur stendur til at fara í gildi 1. august, og aftursvarið hjá ES er eisini útsett til fyrst í august.
ES-nevndarforkvinnan hevur áður sagt, at ES er til reiðar at svara tollinum hjá Trump aftur, og um vikuskiftið segði hon, at ES framhaldandi fer at fyrireika møgulig tiltøk, so tey verða klár at seta í gildi.
Les eisini: Semja um fríhandilsavtalu millum ES og Indonesia
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald