Mentan

Eyðkendi sangarin í Dr. Hook deyður

Ray Sawyer við klaffi fyri eyganum doyði í gjár, 81 ára gamal

(Mynd: Rolling Stone)

(Mynd: Rolling Stone)

2019-01-01 09:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ray Sawyer – eyðkendi sangarin í amerikanska 70arabólkinum, Dr. Hook & the Medicine Show – við klaffi fyri annað eygað, er deyður, 81 ára gamal, skrivar BBC.

Kona hansara, Linda, verður siterað fyri at siga, at Sawyer doyði stillisliga, meðan hann svav.

Dr. Hook er kent fyri fleiri kendar sangir, millum aðrar ”When You’re in Love with a Beautiful Woman”, sum lá nummar eitt í Bretlandi í 1979.

Sawyer kom í Dr. Hook í 1969, tvey ár eftir at hann misti annað eyga í einum ferðsluóhappi. Hóast hann ikki var einsamallur forsangari í bólkinum, so gjørdi eygnaklaffurin og kovboyhatturin, at hann var tann av limunum í bólkinum, sum flest fólk kendust við.

Sawyer varð føddur í Chickasaw í Alabama í 1937, og hann sang fyri í kenda sanginum hjá bólkinum frá 1972, ”Cover of the Rolling Stone”, har bólkurin ger skemt burtur úr hvussu týdningarmikið tað er fyri fólkini í tónleikaídnaðinum at fáa myndina av sær á forsíðuna av kenda tónleikatíðarritinum Rolling Stone.

Bólkurin kom á forsíðuna – tað var árið eftir – men í eini teknaðari útgávu.

[object Object]

Dr. Hook vóru tiltiknir fyri síni óvanligu show á pallinum, og ikki vóru tey altíð gjøgnumførd í heilt edrúum tilstandi.

Dr. Hook høvdu fleiri hitt-løg í sjeytiárunum. Umframt ”Cover of Rolling Stone” og ”When you’re in love with a Beautiful Woman”, munnu nevnast ”Sylvia’s Mother”, ”A Little bit More”, ”Only Sixteen”, ”Walk Right in” og ”Baby Makes Her Blujeans Talk”.

Shell Silverstein, sum ikki var partur av bólkinum, skrivaði flestu av best dámdu sangunum hjá bólkinum.

Eftir at Dr. Hook & the Medicine Show gavst sum bólkur miðskeiðis í áttatitalinum, hava bæði Ray Sawyer og hin sangarin, Dennis Locorriere, ferðast runt við hvør sínari útgávu av Dr. Hook.

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder