Uttanlands

Eystari landsrættur staðfesti dómin: Peter Madsen lívslanga fongsulsrevsing

Eystari landsrættur gav harðastu revsingina fyri drápið á tíðindakvinnuna Kim Wall

2018-09-26 14:20 Author image
Oda Strøm
placeholder

Dómur er júst feldur í kærumálinum hjá 47 ára gamla kavbátabyggjaranum og dømda drápsmanninum Peter Madsen. 

- So verður dómur sagdur í málinum. Thi kendes for ret. Dómurin hjá býarrættinum verður staðfestur, las rættarformaðurin upp fyri løtu síðan í Eystara landsrætti sambært TV2. 

Revsingin hjá býrættinum í apríl, sum var lívslangt fongsul, varð mett at vera í lagi, orsakað av serliga grova karakterinum á drápinum á tíðindakvinnuna Kim Wall í august í fjør. 

- Talan er um eitt mál við einari grovheit av óvanligum slag. Serligar umstøður gera seg galdandi, tí brotsgerðin varð planløgd niður í smálutir, segði rættarformaðurin.

Vanliga verða 12 ár givin fyri eitt morð, men í hesum føri varð harðasta revsingin - lívslangt fongsul - feld. Teir tríggir løgfrøðiligu dómararnir og teir tveir dómsmenninir, sum dømdu í málinum, eru sum skilst allir samdir um dómin.

Peter Madsen varð dømdur í býrættinum 25. apríl í ár og valdi at kæra dómin beinanveg. Hann fekk lívslanga fongsulsrevsing fyri at hava dripið svensku tíðindakvinnuna Kim Wall og fyri seksuella misnýtslu og ósømiligan samveru við lík.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder