Á løgreglustøðuni verður í morgun sagt, at á ólavsøku hava fleiri fólk havt tørv á sjúkrabili, tí tey eru dottin ella vorðin illa fyri. Her hevur bæði verið talan um full fólk, og fólk sum ikki hava verið ávirkaði.
Summi hava verið ov full og hava harvið havt tørv á hjálp. Í fleiri førum hava samarittarnir fingið boð og hava handfarið tær flestu av hesum uppgávunum - hetta hevur hjálpt løgregluni sera væl.
Sera nógv fólk hevur verið í býnum í høvuðstaðnum á ólavsøku. Vakhavandi sigur, at tá komið varð á vakt klokkan 07.00 í morgun vóru framvegis nógv fólk í býnum. Sambært honum er alt spælt væl av, og tað hava verið sera fá mál vikuskifti upp til og á sjálvari Ólavsøku, ið varð hildin í góðveðrinum.
Í gjár fór løgrgelan málrættað eftir at stríðast ímóti rúsevnum. Í fýra førum varð funnið brot á lógina fyri at hava rúsevni ella útgerð til hetta uppi á sær. Tó var ikki talan um tað, sum løgreglan bólkar sum álvarslig rúsevnismál.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald