2018-08-23 13:15
Nú tey á Glasi ger klárt til kongaliga vitjan, hava tey rent seg í ein trupulleiki.
Krúnprinsurin skal eftir ætlan á vitjan har nú klokkan 14:30, og fyri løtu síðani hendi ein vatnleki. Enn er ikki greitt júst hvat er hent. Summi á skúlanum, sum Portalurin hevur tosað við, siga at talan nokk er um eitt vatnrør sum er brostið, meðan onnur siga, at takið á skúlanum er smokkað.
Portalurin hevur roynt at fingið fatur á Boga Bech Jensen, skúlastjóra, og Egon Øregaard, tekniska leiðara, men hetta hevur ikki eyndast.
Heldur ikki er vist hvussu hetta ávirkar vitjanina hjá krúnprinsinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald