Nú tað er háárstíð í ferðavinnuni og eitt løgtingsval stendur fyri framman, verður dúgliga kjakast um ferðavinnuna. Viðhvørt ber kjakið brá av, at tørvur er á fakta um føroysku ferðavinnuna.
Visit Faroe Islands hevur samlað tey hagtøl, ið eru at finna um ferðavinnuna, á eina síðu, soleiðis at tað er lætt og ómakaleyst at fáa fatur í røttum hagtølum.
Síðani inniheldur eisini eitt yvirlit yvir gjald fyri atgongd til náttúru í øðrum londum kring heimin. Harafturat eru útsagnir frá fólki, sum antin hava beinleiðis ella óbeinleiðis tilknýti til ferðavinnu, um ágóðarnar við ferðavinnuni.
Síðan eitur www.ferdavinnufakta.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald