Føroyska familjan skal hava tað gott. Við útgangsstøði í familjuni grundgav formaður Fólkafloksins, Jørgen Niclasen, í dag hvussu vinnulívið kann fáa tað betri, tá Fólkaflokkurin legði sína valskrá til løgtingsvalið fram í Kongshøll á Vestaru Bryggju í Havn.
Tí hetta hongur saman, sambært hugsjónini hjá Fólkaflokkinum. Familjan skal hava meira, tí so vil vinnulívið klára seg. Og fyri at føroyska familjan – í týdninginum ’samfelagið’ – skal klára seg, er neyðugt at vinnan trívist, og harvið fær tann einstaka familjan tað eisini betri.
Tí skal familjan hava fleiri pengar at liva fyri, og vinnan skal sleppa av við stóran part av teimum gjøldum, sum núsitandi samgonga hevur flutt yvir á hana. Tað er boðskapurin í stuttum.
Kostnaðarmikil lyfti
Tað var ein kostnaðarmikil ætlan, sum Fólkaflokkurin legði fram. Tey lág- og miðalløntu skulu hava skattalætta og helst koma niður á 30 prosent í skatti, barsilsfarloyvið skal leingjast, útgjaldið úr Samhaldsfasta skal vera skattafrítt – ”dupultskattingin av Samhaldsfasta er órættvís” – og lærlingar og lesandi í Føroyum skulu hava hægri botnfrádrátt, svarandi til føroyafrádráttin, sum lesandi uttanlands fáa.
- Tí skað skal loysa seg at taka eitt tak, sló Jørgen Niclasen fast.
- Og eisini tinglýsingargjaldið, sum er ein fúlur ognarskattur fyri tey, ið vilja seta búgv, skal burtur aftur.
Vinnan skal eisini sleppa bíligari. ’Avgjaldsøðin’ hjá sitandi samgongu hevur ikki verið til gagns fyri vinnuna, og serliga ikki smáu fyritøkurnar og sjálvstøðugu vinnurekandi.
Tí skulu fleiri av hesum avgjøldum og dupultum avgjøldum takast avaftur, og kringvarpsgjaldið verður tað fyrsta, lovaði Jørgen Niclasen.
Tøknin vunnið á oljuni
Umhvørvispolitikkurin var eisini ein rættiliga tungur partur av framløguni hjá Fólkaflokkinum í dag. Við útgangsstøði í vinnuni varð víst á, at tvørrandi møguleikin hjá fiskivinnuni at endurnýggja fiskiflotan er ein umhvørvisligur trupulleiki.
- Sitandi samgonga hevur ikki gjørt annað á hesum øki enn at starta motorar, sum brenna tungolju. Hetta hóast tað nú er staðfest, at tað er nógv bíligari at framleiða grøna orku.
Jørgen Niclasen vísir á, at framleiðslan á Sundi kostar 99 oyru fyri kilowatttímar, meðan hon einans kostar 33 oyru við vindorku í Húsahaga – nýggjasta tilboðið liggur heilt niðri á 21 oyru fyri kilowatttíman.
- Vit vilja nakað annað. Tøknin hevur vunnið á oljuni. Okkara ynski er at tryggja vinnuni tryggar karmar, so at hon aftur torir at gera íløgur so at okkara floti kann endurnýggjast. Eitt nýtt nótaskip brúkar bara 60 prosent av olju í mun til eitt 15 ára gamalt skip.
Inntøkuvøkstur og tálman av almennari nýtslu
Einki kom fram um, hvussu nógv vallyftini hjá Fólkaflokkinum fara at kosta. Á valskránni eru heldur ikki talan um tiltøk, sum beinleiðis geva meira í landskassan.
Vallyfti Fólkafloksins skulu partvíst fíggjast við at fáa skil á almennu nýtsluna og fíggjarliga óskilinum, sum hevur valdað hesi seinastu árini við ógvusligari ovurnýtslu og byggigølum fyri hundraðtals milliónir krónur.
Annars er tað væntaði inntøkuvøksturin, sum skal fíggja meirnýtsluni. Í valskránni verða ikki givin lyfti um, júst nær útreiðslukrevjandi tiltøkini skulu setast í verk. Í fleiri førum verður eisini sagt, at tiltøkini skulu setast í verk líðandi.
Vøksturin skal so fíggja teimum lættum, sum Fólkaflokkurin lovar familju og vinnu.
Og henda meirinntøka skal býtast í trý. Ein triðingur skal brúkast til at lækka skattin. Ein triðingur skal brúka til at betra um vælferðina. Og seinasti triðingur skal brúkast til at rinda skuld aftur og harvið tryggja haldførið hjá landskassanum.
Spurdur um hvørja áskoðan Fólkaflokkurin hevur til stuðulin úr Danmark, svaraði Jørgen Niclasen, at tað ikki hevur avgerandi týdning fyri Fólkaflokkin um seinasti triðingur verður brúktur til at rinda skuld ella fíggja eina niðurlaging av blokkinum.
- Tað veldst um hvørjar avtalur vit kunnu samráða okkum fram til. Í báðum førum er talan um at styrkja um haldførið hjá landskassanum, og tað er tað, vit vilja, segði hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald