Tá rockikonið, Prince doyði í 2016 vegna yvirdosis av pínustillandi heilivági, visti eingin, hvussu hann hevði fingið fatur á hesum.
Løgreglan valdi at gevast við málinum í 2018, men nú er enn ein ákæra komin fram.
Herfyri hava avvarandi hjá Prince stevnt læknan hjá honum, Michael Schulenberg, fyri at útskriva pínustillandi heilivágin, sum tók lívið av Prince.
Familjan hjá Prince eru sannførd um, at tað var læknin, ið hevði skyldina fyri tað, sum hendi.
Á tíðindafundi í apríl kom tað fram, at Prince skuldi eitast at hava tikið heilivágin av óvart.
Kanningar høvdu víst, at tað var heilivágurin fentanyl, ið er 50 ferðir sterkari enn heroin, sum er orsøkin til, at Prince doyði. Og sambært ákærumyndugleikunum, bendi alt á, at Prince helt seg taka okkurt, ið var munandi mildari.
Ákærumyndugleikin gjørdi eisini greitt, at eingi prógv vóru fyri, at nakar av teimum avvarandi hjá Prince visti av, at hann hevði fingið skeivan heilivág.
Sakførarin hjá læknanum sigur, sambært TV2, at hann stendur við ta viðgerðina, hann gav Prince, og tí ætla tey at verja seg í hesum málinum.
Prince var bert 57 ára gamal, tá hann doyði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald