Uttanlands

Fann skjøl hjá bretska verjumálaráðnum aftanfyri bussteðgipláss

Ein maður fann týsdagin 50 skjøl hjá bretska verjumálaráðnum aftanfyri eitt bussteðgipláss í Kent – Flestu skjølini eru trúnaðarlig, og fer stjórnin at kanna málið nærri

Ein maður bíðar eftir bussinum í Manchester (Mynd: Ritzau)

Ein maður bíðar eftir bussinum í Manchester (Mynd: Ritzau)

2021-06-27 13:22 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Týsmorgunin vórðu fleiri skjøl hjá bretska verjumálaráðnum funnin aftanfyri eitt bussteðgipláss í Kent í Onglandi.

Skjølini vórðu funnin av einum manni, sum síðani setti seg í sambandi við BBC, skrivar Ritzau.

Tilsamans vóru uml. 50 skjøl, og fleiri snúðu seg um eina møguliga reaktión frá Russlandi, um bretska krígsskipið "HMS Defender" fór at sigla gjøgnum ukrainskt sjóøki útfyri Krimhálvoynna. Og mikudagin segði russiska verjumálaráðið, at tey høvdu skotið ávaringarskot eftir hesum skipi, tí tað fór inn á russiskt sjóøki. Hesa søguna hevur bretska verjumálaráðið tó avsannað.

Les eisini: Bretar: Russarar hava ikki skotið eftir okkum

Millum skjølini eru teldupostar og PowerPoint-framløgur. BBC metir, at tað er ein embætismaður í verjumálaráðnum, sum hevur gloymt skjølini við busssteðgiplássið.

Flestu skjølini eru trúnaðarlig, men tó ikki loynilig, uttan eitt, sigur stjórnin. Tað loyniliga skjalið snýr seg um tilmæli um framtíðina hjá Stórabretlandi í Afghanistan. Hvørjar ítøkiligar upplýsingar talan er um, vil BBC tó ikki siga nakað um.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder