Bretska stjórnin fer nú at kanna, hvussu myndir eru liknar úr bretska heilsumálaráðnum, sigur bretski ráðharrin fyri Norðurírland, Brandon Lewis við Sky News.
Tað var fríggjadagin at blaðið The Sun almannakunngjørdi myndir og sjónbandaupptøkur úr skrivstovuni hjá nú fyrrverandi heilsumálaráðharranum, Matt Hancock.
Á myndunum sær mann Hancock mussa og halda um eina av kvinnuligu ráðgevunum í heilsumálaráðnum.
Les eisini: Bretski heilsumálaráðharrin lagt frá sær
Tað, sum hevur skapt øsing er bæði, at Matt Hancock er giftur, og at hann ikki helt tilmælini um frástøðu, sum hann sjálvur hevði verið við til at áseta.
Myndirnar eru nevniliga tiknar í farna mánað, tá bretsku tilmælini vóru, at fólk ikki skuldi hava tætt samband við onnur, sum ikki vóru úr sama húski.
Matt Hancock ásannaði, at tað var skeivt av honum ikki at halda tær reglurnar, tá hann sjálvur hevði verið við til at áseta tær, og tí boðaði hann leygardagin frá, at hann legði frá sær sum heilsumálaráðharri.
Sajid Javid, sum intil 2020 var fíggjarmálaráðharri, er nýggjur heilsumálaráðharri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald