Uttanlands

Fara nú at burturbeina vrakið av Northguider

Niðurlendskt bjargingarfelag skal hevja skipið og sleipa tað burtur

(Mynd: visualhunt.com)

(Mynd: visualhunt.com)

2019-08-01 16:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eftir at norski rækjutrolarin Northguider í sjey mánaðir hevur ligið vrak í Hinlop-strætinum norðast á Svalbarð í sjey mánaðir, verður nú gjørd ein roynd at fáa skipið á flot aftur, so tað kann høggast upp.

Tað var millum jól og nýggjár í fjør, at manningin mátti bjargast av trolaranum, sum hevði fingið motorstøðg, og rak móti landi.

Les eisini: Fiskiskip rent á land við Svalbarð 

Les eisini: Ongin vandi við manningini 

Orsaka av nógvum ísi í økinum, hevur ikki verið gjørligt at gera nakað við vrakið fyrr enn nú. Skipið liggur við slagsíðu á 80 stig á grunnum vatni á nakrar fáar metrar, skrivar NRK.

Niðurlendska bjargingarfelagið Smit Salvage skal taka sær av skipinum. Tað var eisini Smit Salvage, sum bjargaði stóra ferðamannaskipinum Costa Concordia, sum eisini lá koppað á grunnum vatni við italsku oynna Giglio.

Stóra kranaskipið Cormorant og onnur serskip eru nú komin til øki. Við fjarstýrdum kavbáti er staðfest, at hol er á skipinum nærhendis maskinrúminum. Kranaskipið skal tí hevja Northguider so mikið, at holið kann tettast, so at vrakið kann sleipast burtur.

Hildið verður, at bjargingararbeiðið fer at taka okkurt um ein mánaða, skrivar NRK.

Tað er Kystverket og sýslumaðurin á Svalbarð, sum hava biðið um at fáa vrakið burturbeint.

- Talan er um eitt friðað økið, sum skal verjast. Hetta er villini øki har sjófuglur eigur. Men nú í august eru ungarnir komnir undan, og fuglurin farin til havs, sigur Morten Wedege, sýslumaður við NRK.

Eisini er hvalur, roysningur og hvítabjørn í økinum.

Sýslumaðurin vísir á, at tað er atlit til náttúruna, sum ger, at tey nú vilja hava vrakið burturbeint.

- Vandi er fyri dálking frá skipinum, hóast vit hava fingið oljuna úr skipinum. Nógv tilfar er eftir, og verður skipið liggjandi, verður tað knúst av ísinum og spjatt um alt økið, sigur sýslumaðurin, sum eftir ætlan verður til staðar undir bjargingararbeiðinum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder