2018-08-22 19:32
Leygardagin 25. august verður árliga Faroe Express Stafettin, og Eystara Bryggja verður á tremur við aktiviteti, tónleiki, vinningum, mati og drekka.
Faroe Express Stafettin er ein stuttleikakapping fyri fyritøkur og stovnar. Hetta er einasta renning í landinum, sum er málrættað starvsfelagar. Tí er tað eitt frálíkt høvi at finna saman við øðrum á arbeiðsplássinum og gera ein hugnaligan starvsfólkadag burturúr.
Luttøkugjaldið alt fer óskert til barna- og ungdómsarbeiðið innan frælsan ítrótt. Høvuðsstuðulin, Faroe Express, samstarvar við Bragdið um Faroe Express Stafettina.
- Visit Tórshavn
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald