Koppsetingin er við til at fyribyrgja fleiri sløgum av krabbameini, umframt kynssjúkum so sum kondylomir.
Tað er gott, at tilboðið verður veitt til ein breiðan aldursbólk og ikki einans til 12 ára gamlar dreingir. Nógva umtalan av fyrimununum við at koppseta dreingir fyri HPV, hevur økt um áhugan hjá foreldrum at dreingum at lata teir koppseta, og summi foreldur hava goldið fyri hetta. Við at bjóða ókeypis koppseting til 12-17 ára gamlar dreingir, fáa allir sama møguleika at vera koppsettir, óheft av fíggjarligu orkuni hjá foreldrunum. Hetta minkar eisini um sosiala ójavnan, og tað er at fegnast um.
At dreingir verða koppsettir fyri HPV merkir eisini, at gentur, sum ikki eru koppsettar fyri HPV, fara at verða betur vardar fyri kyknubroytingum og lívmóðurhálskrabba.
- Krabbameinsfelagið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald