Uttanlands

Fekk vitjan av naskum kúlubøkum á longuveiðu

Hetland: Stóru hvalirnir spældu sær millum oyggjarnar í góðveðrinum í gjár

(Mynd: John Bremner)

(Mynd: John Bremner)

2018-11-21 14:27 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tá John Bremner í gjár var úti í Bressay-sundinum uttan fyri Lerwick og royndi eftir longum, fekk hann hábærsliga vitjan.

Tvær stórar kúlubøkur spældu sær í sjónum rundan um bátin heilt tætt at landi.

Bremner starvast sum maskinmaður á ferjuni millum Lerwick og Bressay, og var ovfarin av upplivingini.

- Tað var ein vøkur sjón. Men eisini eitt sindur ræðandi, serliga tá stóru hvalirnir svumu undir bátinum. Ein kendi meg ikki vísan í, um báturin kundi hvølvast, men eftir eina løtu sissaðist eg, tí tað var greitt, at teir ikki høvdu ætlanir um at gera nakran skaða. Hetta var fantastiskt at síggja og ein heiður at uppliva, sigur John Bremner við Shetland Times.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder