Tað fer at taka alt ov langa tíð at basa korona, um tilmælini frá WHO verða fylgd neyvt.
Hetta heldur í øllum førum Lone Simonsen, professari.
Útvarpssendingin Genstart hjá Danmarks Radio setti í morgun henni spurningin, um strategi í sambandi við korona. Danmark hevur fingið kritikk frá Heimsheilsustovninum WHO um ikki at fylgja tilmælunum í nóg stóran mun.
Lone Simonsen fylgir tølunum av korona tætt, og er professari í fólkaheilsufrøði á Roskilde Universitet, og hevur seinastu 30 árini granskað søguligar farsóttir.
Hon fegnast um, at farsóttin við teimum tiltøkunum, sum eru sett í verk higartil, er fingin niður í gir.
Skeiv strategi
Hinvegin vísir hon eisini á, at strategiin hjá WHO er skeiv. Hetta er ein strategi, sum Føroyar fylgir og, sum hevur riggað væl her í landinum. Men í Danmark fylgja tey ikki neyvt tilmælinum hjá WHO, og tað er tað ein góð orsøk til, heldur Lone Simonsen.
- WHO sigur, at vit skulu kanna, kanna og kanna. Vit skulu finna allar tilburðir sum eru, isolera, og finna fram til hvønn tey hava verið í samband við, og isolera tey. Hetta riggar sera væl til sjúkur, sum Ebola og SARS. Hetta var mátin man steðgaði SARS uppá í 2003, og meira ella minni Ebola í 2014 til 2016, greiðir Lone Simonsen Danmarks Radio frá.
Men hetta er ikki rætta strategiin í mun til koronavirus, heldur Lone Simonsen.
- Eg haldi at strategiin hjá WHO er tann skeiva í mun til hetta virusið, sum vit skilja tað nú. Hetta er ikki ein strategi, man nakrantíð hevði brúkt upp á pandemi-influensu. Hendan pandemiin sum er í gongd, minnir nógv meira um pandemi-influensu, enn hon minnir um SARS og Ebola.
- Um man gjørdi, sum WHO segði, og tað eydnaðist við tiltøkunum, fóru vit í aðru bylgju av sjúkuni uttan nakran immunitet í fólkinum, og so skal man halda áfram við hesum í langa tíð, sigur Lone Simonsen við DR.
Hon sigur, at letur Danmark spakuliga upp aftur eftir páskir, so fara smittutilburðirnir spakuliga at vaksa aftur. Men tað snýr seg um at hava tamarhald á hvussu nógv tað veksur soleiðis, at sjúkrahúsverkið megnar at fylgja við.
Verða alt ov nógvir tilburðir staðfestir, kann vera, at vit mugu stongja samfelagið aftur, leggur hon afturat.
Skulu ígjøgnum hetta
- Tað er umráðandi at fáa tað í røttu leguna av, hvussu nógv verða smittað, og hvussu nógv verða innløgd samstundis. Tað má vera soleiðis, at sjúkrahúsverkið klárar at fylgja við, men tað má heldur ikki vera ov lítið, tí annars fer at ganga ov lang tíð áðrenn vit hava ein imunitet í fólkinum, og smittan steðgar, sigur Lone Simonsen.
- So tað tú sigur er, at vit skulu ígjøgnum hesa pandemiina. Nógv skulu blíva sjúk, men tað skal henda á ein hátt soleiðis, at sjúkrahúsverkið klárar at fylgja við, spyr verturin.
- Tað er púra rætt, sigur Lone Simonsen.
Lone Simonsen væntar ikki, at ein vaccina kemur fyrr enn um eitt ár ella 18 mánaðir, og tá væntar hon, at vit eru komin har til, at korona er vanligt vetrarkrím.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald