Í framtíðini skulu ferðafólk, sum vitja italska býin Venesia rinda fyri at vitja miðbýin, skrivar BBC.
Ætlanin er at seta í verk eina skipan, so ferðafólk skulu rinda millum 2,5 og 5 evrur hvør í lágárstíð. Í háárstíðini kann verða talan um at rinda heilt upp í 10 evrur.
Nýggi ferðafólkaskatturin, sum kanska verður settur í verk í summar, er ætlaður ferðafólki, sum vitja í ein dag.
Nógv teirra koma frá stórum ferðamannaskipum, og fá teirra leggja pengar eftir seg á hotellunum í býnum, skrivar BBC frá Claudio Scarpa, sum er leiðari fyri felagsskapirnar fyri hotelstjórar í býnum.
Av tilsamans 24 milliónum ferðafólkum í Venesia um árið, er, sambært myndugleikunum, bert 20 prosent, ið eru í býnum í meira enn eitt samdøgur.
- Fólk mugu skilja, at ikki alt er ókeypis, sigur Claudio Scarpa við BBC.
Stigið við ferðamannaavgjaldi er ikki tað fyrsta, ið verður tikið, fyri at lætta um trýstið frá ferðafólkavinnuni. Býarstýrið hevur eisini seinastu árini givið bøtur til ferðafólk fyri vánaligan atborð og brúkt portur fyri at halda ferðafólkum burtur, tá ov nógv fólk hava verið í býnum.
Luigi Brugnaro, borgarstjóri, sigur við BBC, at Venesia má verja egnu borgararnar, sum liva, lesa og arbeiða í býnum.
- Avgjaldið hjálpir okkum við at halda býin reinan, bjóða nýggjar tænastur og gera býin betri fyri fólkið, sum býr her, sigur borgarstjórin.
Evropa er heimsparturin, sum tekur móti flest ferðafólki. 671 milliónir vitjandi komu til evropeisku londini í 2017. Hetta er ein vøkstur upp á átta prosent í mun til árið fyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald