Uttanlands

Ferðafólk sleppa aftur til Spania 1. juli

Eisini er ætlanin at sleppa kravinum um 14 dagar sóttarhald til ferðafólk

Matstovur í Spania kunnu nú hava opið aftur, tó skulu gestirnir sita úti (Mynd: EPA)

Matstovur í Spania kunnu nú hava opið aftur, tó skulu gestirnir sita úti (Mynd: EPA)

2020-05-25 11:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Spania, ið er eitt av mest vitjaðu londunum í heiminum, fer skjótt at lata upp fyri ferðavinnuni aftur.

Landið lat aftur í mars orsakað av koronasmittuni, men landið er nú spakuliga byrjað at lata upp aftur.

Sambært Reuters er tað nú ætlanin, at Spania skal lata upp fyri ferðavinnuni 1. juli, og innan fyri nakrar fáar vikur, er eisini ætlanin at sleppa kravinum um 14 dagar sóttarhald fyri ferðafólk.

– Tað ber væl til at leggja ætlanir um summarferðir til Spania í juli, sigur Reyes Maroto, spanski ráðharrin í ferðavinnumálum.

Hóast latið verður uppaftur skjótt, verður mett, at koronakreppan fer at kosta sponsku ferðavinnuni millum 93 og 124 mia. evrur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder