Innanlands

Ferðslan út í Mykineshólm verður fyribils steðgað

Orsøkin er váta veðrið og nógva gongdin út í Mykineshólm í summar

Frá Rógvuni

Frá Rógvuni

2018-08-10 12:47 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Orsakað av váta veðrinum og nógvu gongdini út í Mykineshólm í summar, hava hagastýrisformennirnir í Mykinesi valt at avmarka atgongdina oman í Lamba og út í hólm restina av mánaðinum.

Gøtan ígjøgnum lundalandið úti í Lamba er so mikið illan farin, at mett verður, at tað ikki er ráðiligt hjá fólki at ganga har í løtuni.

“Vøllurin er illa farin í støðum, og fyri at umganga, at hann fer verri, er neyðugt at steðga á og lata lendið fáa frið,” sigur Bjarni Hansen, bóndi og hagastýrisformaður. 

Gøtan ígjøgnum Lamba leiður fólk oman til brúnna út í hólm, og tískil førir hetta við sær, at eingin sleppur út í hólm meðan gøtan er stongd. 

Visit Faroe Islands fegnast um avgerðina.

“Vit halda hetta er ein skilagóð avgerð, nú støðan í hasum ávísa økinum er sum hon er,” sigur Johan Pauli Helgason, leiðari á menningardeildini í Visit Faroe Islands. “Tað er av alstórum týdningi, at bøtt verður um hesi viðurskifti á oynni og at vit fáa eina varandi skipan, sum í størri mun hevur náttúru- og djóravernd fyri eyga."

Hagastýrisformennirnir og hiking.fo við Pól Sundsskarð, sum umsitur gjaldskipanina í oynni, hava tikið hesa avgerð í felag. Forboðið er sett í gildi í dag.  

“Veðrið hevur verið heldur vátligt seinastu tíðina og hevur hetta ávirkað umstøðurnar at ganga oman í Lamba. Vit halda tað er skilagott at lata økið fáa frið í eina tíð, og so taka vit støðu til, um man skal opna fyri ferðsluni aftur, tá ein tíð er fráliðin. Um viðurskiftini broytast, tað vil siga um lendið verður turrari og harvið betri umstøður at ganga, verður møguliga latið uppaftur fyri gongdini ígjøgnum lundalandið og út í hólm,” sigur Pól Sundsskarð.

Hóast møguleikin fyri at ganga ígjøgnum lundalandið ikki er til staðar, ber enn til at síggja nógvan lunda í Mykinesi, tí tað er møguligt at fara út á Rógvuna, har til ber at hyggja oman í Lamba. Tað ber eisini til at fara aðrar túrar í oynni.

“Oyggin er vøkur og bergtakandi á so mangan hátt. Er tað klárt í veðrinum, ber til at ganga niðan á Knúk og haðani sær tú meira enn helvtina av føroysku oyggjunum,” sigur Esbern í Eyðansstovu, bóndi og hagastýrisformaður. 

“Okkara ætlan hevur alla tíðina verið at víðka um møguleikarnar, so ferðafólk kunnu uppliva annað enn Mykineshólm. Vit hava fyri langari tíð síðan sæð, at Lambi og hólmurin ikki klára stóra vøksturin í ferðfólkatalinum,” sigur Eddie Lauritsen, bóndi og hagastýrisformaður.

Til ber at fylgja við á hiking.fo um og nær gongdin út í hólm verður tikin uppaftur. 

- Hagastýrisformennirnir í Mykinesi, hiking.fo og Visit Faroe Islands

(Frá Rógvuni)

(Í Lamba)

(Í Lamba)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder