2018-11-28 10:51
Fleiri mál eru á skránni til býráðsfundin hjá Tórshavanr Býráð hóskvøldið. Størsta málið á skránni er ivaleyst fíggjarætlanin fyri 2019, meðan langtíðar íløguætlan eisini er á skrá.
Onnur mál, sum verða til viðgerðar á býráðsfundinum eru m.a. bráðfeingistørvur á dagstovnaplássum, út- og umbygging av gamla Tjarnargarði, nýggjur umlættingar- og rehabiliteringsdepil, ljósregulering við Eystara Ringveg og Hvítanesvegin, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni.
Eisini verður málið um navnabroyting av niðasta parti av Hoyvíksvegnum viðgjørt, har skotið er upp, at parturin av vegnum broytir navn til Krókabrekkan. Les meira um tað her.
Sí dagsskránna til býráðsfundin her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald