2018-09-07 08:28
Á býráðsfundi hjá Runavíkar kommunu í Oyndarfirði í gjár var avgjørt, at fíggjarkarmurin fyri 2019 verður 213,5 mió. kr.
Fíggjarnevndin mælti til, at inntøkurnar vóru býttar í 158,5 mió. kr. í persónsskatti, 23 mió. í partafelagsskatti og 32 mió. kr. eftirlitsskatti frá DIS og FAS.
Útreiðslurnar vóru býttar í 2,5 mió. kr. í rentustuðli, fíggjarkostnað á 15 mió. kr., rakstur á 151,5 mió. kr. og 44,5 mió. kr. í íløgum.
Býráðið tók undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.
Tilmæli merkir, at nakrar milliónir minni verða nýttar til íløgur, og at peningurin heldur verður nýttur til at rinda skuld aftur við.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald