Innanlands

Fíggjarliga haldførið verður høvuðsevni í valstríðnum

Veljararnir eru rættiliga samdir um, hvør spurningur fer at fáa mest umrøðu hetta til løgtingsvalið 26. mars

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-03-03 12:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fíggjarligt haldføri verður høvuðsevni í valstríðnum undan løgtingsvalinum 26. mars.

70 prosent av veljarafjøldini svara ‘fíggjarligt haldføri’, tá tey fáa spurningin: Hvørji høvuðsevni væntar tú verða í valstríðnum?

Tað vísir veljarakanningin, sum Portalurin og FM1 kunngjørdi fríggjadagin. Spyr.fo, sum gjørdi kanningina, gav teimum 500 spurdu seks evni at velja ímillum, og nógv tey flestu høvdu haldføri við sum eitt av svarunum.

Svarini fullu soleiðis:

Fíggjarligt haldføri 70%
Bústaðartrupulleinin 54%
Pensjónsaldurin 46%
Útlendingamál 40%
Ríkisrættarliga støðan 26%
Fosturtøkumálið 25%
Annað 3%
Veit ikki 4%

Mest óvæntaða her er, at ‘ríkisrættarliga støðan’ liggur so niðarliga, og ‘útlendingamál’ liggur so høgt. Ríkisrættarliga støðan hevur verið eitt týðandi mál í hesum valskeiðinum, nú breið semja er um at fara undir samráðingar við Danmark.

‘Útlendingamál’ hevur hinvegin ikki verið ein spurningur, sum hevur verið viðgjørdur á løgtingi, tó at tað eru einstaklingar, sum royna at vísa á, at hetta er ella kann vera ein politisk avbjóðing herheima.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder