Fíggjarstjórin hjá kinesiska tøknirisanum Huawei, Wanzhou Meng, er handtikin í Kanada. Orsøkin til handtøkuna er, at hon skal útflýggjast til USA, har hon verður ákærd fyri brot á revsitiltøkum.
Meng varð handtikin 1. desember í Vancouver, og skal eftir ætlan til veðhaldshoyring í morgin.
Talsmaðurin fyri kanadiska løgmálaráðið sigur við kanadiska tíðindamiðilin Globe, at tey orsaka av forboð móti upplýsingum ikki kunnu upplýsa meiri um handtøkuna.
Fíggjarstjórin Wanzhou Meng er eisini næstforkvinna í nevndini í Huawei og er dóttur stovnaran, Ren Zhengfei.
Sambært útlendskum miðlum hava amerikanskir myndugleikar síaðni 2016 kanna, um Huawei hevur brotið revsitiltøk móti Iran við at selja útgerð frá amerikonsku fyritøkuna Hewlett-Packard (HP) til Iran.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald