2018-12-12 07:59
Fíggjarstjórin í stóra kinesisku tøknirisanum Huawei, Meng Wanzhou, er leyslatin móti veðhaldi í Kanada.
Ein dómari í Vancouver avgjørdi í einum rættarfundi, at Meng Wanzhou kundu leyslatast móti veðhaldi. Sambært CNN vórðu 66 milliónir krónur goldnar í veðhaldi.
Vakið eyga verður nú hildið við Meng Wanzhou og hon skal gana við elektroniskari fótleinkju, skrivar BBC.
USA hevur biðið um at fáa útflýggja Meng Wanzhou, meðan Kina hevur kravt at hon verður leyslatin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald