Katrina Maria Christiansen úr Havn hevur næstan 60.000 fylgjarar á Instagram, og leggur javnan myndir og tekstir út um fótbóltsliðið Manchester United. Men við tí fylgir eisini ein baksíða.
Nógvar “perversar” viðmerkingar koma til myndirnar, og eisini eru nógv sum senda Katrinu Mariu myndir av sínum kynsgøgnum. Nakað sum hon als ikki ynskir.
Tað segði hon í sendingini Summartímin, sum varð sendur í útvarpinum seinnapartin í gjár. Katrina Maria varð spurd um hvussu tað er, at vera so væl umtókt á Instagram.
(Mynd: Katrina Maria á Instagram)
- Man skal hava harða húð. Man fær myndir sum man ikki vil síggja, og man fær boð, sum man heldur eru vemmilig. Man skal duga at lata vera við at hugsa so nógv um tað, segði Katrina Maria.
Les eisini: Úr United-troyggjuni
- Onkur heldur, at tað er mín egna skyld, men tað haldi eg ikki. Eg haldi ikki tað er í ordan, at man sendir myndir av sínum egnu kynslutum uttan, at ein hevur biðið um at fáa tað. Tað haldi eg simpulthen er for langt úti.
- Eg havi eisini fingið nógvar sovorðnar myndir frá mannfólki í Føroyum, og eg haldi tað er so langt úti, at teir halda, at tað er í ordan at senda slíkt til mín, sigur Katrina Maria.
- Hav eitt sindur av virðing. Ikki bara fyri mær, men eisini fyri tær sjálvum. Lat vera við at senda myndir av tínum kynslutum. Haldi ikki eg kenni nakað konufólk sum heldur, at tað er sjarmerandi.
Hoyr alla samrøðuna við Katrinu Mariu Christiansen her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald