Uttanlands

Fiskiskip rent á land við Svalbarð

Manningin farin í bátarnar

Hinlopstrædet er sundið millum høvuðsoyggjarnar á Svalbarð (Kort: nrk.no)

Hinlopstrædet er sundið millum høvuðsoyggjarnar á Svalbarð (Kort: nrk.no)

2018-12-28 13:37 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Norskir miðlar boðað í dag frá, at eitt fiskiskip hevur rent á land við Svalbarð. Talan er um eitt skip, ið er skrásett í Noregi.

Skipið var statt norðast í Hinlop-sundinum, sum er sundið millum tær báðar høvuðsoyggjarnar í Svalbarð-oyggjabólkinum, Spitsbergen og Nordaustlandet.

Manningin telur 14, og tey eru farin í bjargingarbátarnar, skrivar nrk.no á netinum. Tvær bjargingartyrlur eru farnar úr Longyerabyen norður til økið at hjálpa.

Neyðarkallið varðsent út klokkan 13.20 lokala tíð. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder