Í morgin verður mentanarvikan Vesturskin sett á Stakka í Sørvági. Marita Dalsgarð heldur setanarrøðu, Blue Coat Brass Band spæla festligan horntónleik og Jensina Olsen framførir við gittara og sangi. Eisini verður ókeypis suppa. Mælt verður til at taka egna skál og skeið við.
Súkklutúrur til setanina fer úr Sandavági, úr Miðvági og av Vatnsoyrum.
Umframt alskyns mentanartiltøk, verða nógvar ymiskar náttúruupplivingar at fara til á Vesturskin.
Postarenning
Posterenningin tekur støði í vøkru náttúruni í Vágum, og snýr seg um at finna ein post í hvørjari bygd - í alt eru seks postar. Við hvønn post skulu luttakararnir loysa eina uppgávu OG taka eina selfie.
Postarenningin verður skotin í gongd á setanini av Vesturskin, og postarnir verða tá avdúkaðir á facebook tiltakinum.
Tað einasta tit skulu gera er at:
• Samla eitt lið við vinum, familju ella báðum
• Velja eitt liðnavn
• Finna teir 6 postarnar + loysa selfie-uppgávuna
• Leggja myndirnar samlaðar inn á facebook tiltakið
Minst til at viðmerkja liðnavn
Øll lið, sum hava gjøgnumført postarennigina, eru við í lutakastinum um 5 stórar kramarísar við drússi.
Postarenningin er opin til 1. septembur, og møguligt er at klára allar postarnar uppá ein dag. Tó ber eisini til at býta postarenningina upp í fleiri dagar.
Til ber at ganga, súkkla ella koyra til postarnar. Eitt gott hugskot er at smyrja sær ein lekkran matpakka at hava við, tá ið tit fara at finna postarnar og loysa uppgávurnar saman.
Renning niðan á Húsafelli
Á Seinsummardegnum í Sandavági leygardagin 25 august, verður aftur runnið niðan á Húsafelli.
Húsafelli er 591 metrar høgt, og er vallað heilt á toppin. Farið verður av miðstaðarøkinum í Sandavági.
Gongutúrur við Vága gongufelag
Sunnudagin 26 august skipar Vága gongufelag fyri felags gongutúri. Møtt verður á Vatnsoyrum haðani gingið verður niðan framvið Tjørndalsá og eftir fjøllunum til Sandavágs.
Ferðaleiðari er Sidney Olsen. Túrurin tekur 4-5 tímar.
Sólseturskaffi í Gásadali
Sunnukvøldið 26 august verður boðið til sólseturskaffi í Gásadali. Møtt verður við Gásadalsgarð, haðani gingið verður niðan á eggina til kaffi og harmonikutónar. Vágakórið framførir nøkur løg
Pilates á Trælanípu
Týsdagin 28. august verður pilates-tiltak á Trælanípu við Helenu Jørgensen.
Helena undirvísir í pilates matwork, ið merkir, at venjingin fer fram við egnari kroppsvekt. Venjingin leggur dent á at styrkja kjarnu okkara, serliga teir djúpu vøddarnar, samstundis sum kroppurin verður mobiliseraður.
Tiltakið hóskar sera væl til øll, ung sum gomul.
Møtt verður við ovaru gøtuna. Havið egið undirlag við so sum máttu, handklæði ella teppi.
Horntónar í Munkastovu
Mikudagin 29. august verður høvi at sigla við Jósupi út í Tindhólm og í Munkastovu. Jósup fer úr Sørvági út í Tindhólm, har steðgað verður við ferðaleiðara í tveir tímar. Síðani verður siglt í Munkastovu, har Anna Sofía Jørgensen fer at framføra nakrar horntónar.
Bílegg á mykines.fo
Hugnakvøld í Viðurbyrgi
Hóskvøldið 30 august skipar Bíggjarbati fyri hugnakvøldi við báli, felagssangi og suppu í Viðurbyrgi.
Yoga í Salgjógv
Fríggjadagin 31. august verður yoga í Salgjógv. Øll kunnu luttaka í tiltakinum, roynd sum óroynd. Fyri at koma til Salgjáar krevst tó at man er vælgongdur.
Heibrith Jakobsen er yogalærari á tiltakinum. Heibrith hevur gjørt yoga í 8 ár, og hevur undirvíst sum yogalærari síðani 2014 bæði í Føroyum og uttanlands. Yogatímin verður ein blanding av 'flow yoga' og 'twist & strekk'.
Takið egið undirlag við, so sum máttu, teppi ella handklæði.
Møtt verður við vegin omanfyri Salgjógv, sum liggur eitt sindur uttan fyri Bíggjar bygd.
Fiskikapping á Vatninum
Leygardagin 1. septembur verður fiskikapping á Vatninum. Sneisabreyð verður til børnini og kaffi og kaka til tey vaksnu. Vinnarin fær steyp til ognar. Møtt verður á flúgvarabedingini.
Vatnarenning
Í sambandi við Føroya vakrasta hálvmaraton skipar Frælsi fyri einum styttri rennitúri av flogvøllinum til FK í Miðvági leygardagin 1. septembur.
- Visit Vágar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald