Mentan

Fjølbroyttur tónleikur í Tórsgøtu komandi viku

Rani Nolsøe spælir týskvøldið, orð og tónar verða hóskvøldið við nýggju bókini hjá Jóan Paula Joensen umframt tónleiki frá Biritu Adelu og Jóannes Andreassen. Leygarkvøldið verður árliga Blues Perlan

2020-04-26 13:22 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hátalararnir í Tórsgøtu halda áfram at runga. Faktiskt runga teir meira enn vanligt, og tað góða er, at øll í Føroyum eru bjóðaði við.

Komandi vikan hevur nógv at bjóða uppá: Rani spælir nýggju útgávuna fyri okkum týskvøldið. Orð og tónar verða hóskvøldið við nýggju bókini hjá Jóan Paula Joensen umframt tónleiki frá Biritu Adelu og Jóannes Andreassen. Leygarkvøldið verður árliga Blues Perlan.


Rani Nolsøe við nýggjari útgávu

Eftir eina langa karrieru í superbólkinum Frændur, og við seks útgávum á baki, er Rani nú aktuellur við síni fyrstu soloútgávu "Ókendar leiðir".

Byrjanin til nýggju útgávuna má sigast at hava verið nakað heilt serlig. Á útgávukonsertini í Klaksvík tann 29. februar reyk takið av Spaniastovu og síðani floymdi koronasóttin um allan heimin og steðgaði øllum. Men nú verður tað. 28. apríl fer Rani á pallin í Perluni við sínum nýggja tilfari og við nøkrum av hittunum frá Frændur tíðini.

Konsertin verður týskvøldið 28. apríl kl. 21 á www.torsgota.fo/stroyming.


Orð og tónar

Hósdagin verður Orð og tónar, og sama dag kemur nýggja bókin "Í stovuni sofu, í køki komfýr" hjá Jóan Paula Joensen út. Bókin snýr seg um, hvussu vit hava búð og búleikast her á landi frá miðøld til 1960. Hetta er ein etnologisk kanningarferð, har Jóan Pauli m.a. lýsir, hvussu húsini broytast eftir at menn fara uttanlands at læra til húsasmið, og hvussu vit gerast brúkarar og keypa útgerð og prýði til heimini. Tað verður Andras Sólstein, ið fer at práta við Jóan Paula um nýggja verkið.

Tónunum standa Birita Adela og Jóhannes Andreassen fyri.

Orð og tónar verður hóskvøldið 30. apríl kl. 21 á www.torsgota.fo/stroyming


Blues Perlan 2020

Korona ella ei – blues hava vit brúk fyri.

Leygarkvøldið verður ársins Blues Perla, og í ár verður tað sjálvsagt ein heilt serstøk útgáva. Hesuferð verður tað uttan gestir í Tórsgøtu, men vónandi við nógvum áhoyrarum í stovunum kring alt landið. Blues Perlan er eisini kókað niður eitt vet, men tað bilar ikki, tí hon er kókað niður, so vit fáa tað allar, allar besta.

Tað vera dugnaligu og hugnaligu Debess Blues, ið spæla. Teir, ið manna bólkin, eru Uni Debess, Edvard Nyholm Debess, Rógvi á Rógvu, Eyðun Mohr Hansen og Kristian Pauli Ellefsen. Harafturat verða tríggir gestasangarar, og tað verða eingi mætari enn Sámal Ravnsfjall, Unn Patursson og Karl Martin Samuelsen.

Tiltakið verður á www.torsgota.fo/stroyming leygarkvøldið 2. mai kl. 21.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder