Í morgin, sunnudagin 25. apríl, klokkan 16 verður flaggdagshald í ítróttarhøllini á Giljanesi.
Tóra við Keldu, forkvinna í Megd, heldur flaggrøðuna, og Sørvágs tónleikarafelag og Super MíV framføra.
Eisini verður kvøldskúlaframsýning henda dagin í fimleikahøllini á Giljanesi. Framsýningin er opin frá klokkan 15 til 18, tó verður framsýningin stongd, meðan sjálvt flaggdagshaldið er.
Næmingar, ið hava gingið á kvøldskúlanum hjá Vága kommunu, fara at sýna fram arbeiðið, ið tey hava evnað í vetur, og aftaná flaggdagshaldið, fara næmingar hjá Holgar Jacobsen at spæla nøkur løg, skrivar Vága kommuna.
Næmingar í 7. flokki selja eisini kaffi, te og vaflur, og tikið verður bert ímóti reiðum peningi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald