2021-04-25 10:17
Í Fuglafirði verður flaggdagshald seinnapartin á torginum við Mentanarhúsið.
Tiltakið byrjar klokkan 14, og Fuglafjarðar hornorkestur spælir, og Jógvan Dahl heldur røðu, skrivar Fuglafjarðar kommuna.
Seinnapartin verður eisini framsýning í Gallerí Ribarhús, har arbeiðið hjá næmingunum á Fuglafjarðar Kvøldskúla verður sýnt fram.
Framsýningin er opin frá klokkan 14 til 18. Klokkan 17 framføra tey, ið hava gingið til harmonikusamanspæl.
Lúkukaffi og Piddasahandil við heimavirkaðum vørum eru eisini opin í sambandi við framsýningina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald