Mánadagin boðaði Annika Olsen, borgarstjóri, frá, at Flaggdagshaldið í Tórshavnar kommunu verður á ein ella annan hátt.
Í dag boðar Havnar Hornorkestur frá, at fyrireikararnir hava, í samstarvi við Tórshavnar Kommunu og Koronaráðgevingina, avgjørt, at einki flaggdagshald verður á Vaglinum í ár.
Tað er fyri fyrstu ferð síðani 1947, at einki flaggdagshald verður á Vaglinum.
Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður, skuldi halda røðuna á Vaglinum, men heldur hana ístaðin í Kringvarpi Føroya, har nakrir horntónar eisini verða at hoyra.
Flaggdagshaldið verður sent flaggdagin 25. apríl, í morgin, klokkan 15 - tá flaggdagshaldið vanliga er.
- Vit harmast sjálvandi, at taå ikki er møguligt at skipa fyri flaggdagshaldinum í ár, sum vit plaga. Men eftir umstøðunum vóru vit samd við Tórshavnar Kommunu og koronaráðgevingina, at tryggast er ikki at skipa fyri flaggdagshaldi í ár sum vit kenna tað, tí nógv fólk savnast í miðbýnum í Havn í tí sambandi.
Hetta sigur Glenn M. Samuelsen, sum er formaður í Havnar Hornorkestri, sum árliga skipar fyri flaggdagshaldi á Vaglinum, har skótar og onnur luttaka.
Les eisini:
Flaggdagshald í frástøðu í Runavík
Flaggdagshald í fjarðstøðu í Klaksvík
Flaggdagsrøða og kondibingo í frástøðu í Leirvik
Børn hátíðarhalda Merkið saman - men hvør sær
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald