Uttanlands

Fleiri deyð í toksamanstoyti í Ankara

Háferðartok rendi inn í lokalt tok á veg út úr tokstøðini

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2018-12-13 06:59 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Minst fýra fólk eru deyð og 43 fólk komin til skaða í eini ógvusligari tokvanlukku í Turkiska høvuðsstaðnum, Ankara, í morgun.

Vanlukkan hendi klokkan 06.30 lokala tíð, tá eitt háferðar ferðafólkatok rendi inn í eitt lokalt tok, upplýsir sjónvarpsstøðin CNN Türk, sum eisini veit at siga, at talið av deyðum er trý.

Filmsupptøkur á heimasíðuni hjá CNN Türk vísa hvussu fleiri ferðafólkavognar eru kroystir saman við eina stálkonstruksjón – møguliga er tað ein brúgv tvørtur um jarnbreytasporið.

Tokið var júst farið av tokstøðini í Ankara á veg móti Konya landspartinum miðskeiðis í Turkalandi, tá vanlukkan hendi.

Einki verður sagt um, hvussu nógv fólk vóru umborð á teimum báðum tokunum, skrivar Ritzau. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder