2019-01-02 08:56
Fleiri persónar hava latið lív í tokvanlukkuni á lágbrúnni yvir Stórabelt í morgun, skriva danskir miðlar. Tað, sum hendi var, at rokið koyrdi inn í lutir, ið vórðu rivnir av einum farmatoki í nógva vindinum, upplýsir løgreglan á Fjóni fyri Danmarks Radio.
Enn er løgreglan ikki komin við fleiri upplýsingum um hendingina. Upplýst verður heldur ikki hvussu nógv fólk eru deyð.
Fyrst ljóðaði frá DSB, at átta fólk høvdu fingið smáskaðar eftir at tokið mátti støðga harðliga.
Vanlukkan hendi klokkan 7.30 í morgun, danska tíð. Tokið var á brúnni við kós av Fjóni móti Sælandi.
(Broytt kl. 10.28)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald