Uttanlands

Fleiri enn 1 millión búgva nú í Oslo

Norra hevur fingið sín fyrsta milliónbý

Operahúsið í Oslo (Mynd: Scanpix)

Operahúsið í Oslo (Mynd: Scanpix)

2018-12-03 17:16 Author image
Ari av Rana
placeholder

Norska hagstovan SSB kunngjørdi í dag, at 1.000.500 fólk búðu í Oslo økinum við ársskiftið.

Oslo økið strekkir seg inn í 12 ymiskar kommunur, og av teimum beint yvir 1 mió. fólkunum, búgva 99% teirra í Oslo og Movatn.

Næst størsti býur í Norra er Bergen. Har búðu 254.235 fólk í 2017.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder