Í gjár vórðu fleiri enn 1000 fólk handtikin av russisku løgregluni í sambandi við einum mótmæli í Moskva.
Løgreglan upplýsir, sambært Politiken, at 1074 fólk vórðu handtikin fyri ymisk lógarbrot undir einum mótmæli mitt í russiska høvuðsstaðnum.
Sambært eftirlitsbólkinum OVD-Info, er talið av handtøkum 835. Tað vóru sjálvboðin fólk, ið settu OVD-Info á stovn í 2011. Bólkurin hevur til endamáls at gera upp handtøkur í sambandi við mótmælistiltøk í Russlandi.
Tað var russiski andstøðuleiðarin, Aleksej Navalnyj, sum heitti á fólk um at mótmæla.
Mótmælið í gjár var bert tað seinasta av fleiri mótmælum, sum hevur til endamáls at krevja eitt rættvíst lokalval.
Sambært OVD-Info vórðu fleiri av teimum handtiknu avhølvað. Tíðindastovan Reuters skrivar eisini, at summi av teimum handtiknu ikki luttóku í mótmælinum yvirhøvur, men at tey bert vóru á staðnum av tilvild.
Myndugleikarnir høvdu frammanundan boðað frá, at ætlaða mótmælið ikki var lógligt, og borgarstjórin í Moskva segði eitt mótmæli vera eina "hóttan móti trygdini", men hetta forðaði ikki fólki í at mótmæla.
Mett verður, at umleið 3500 fólk luttóku í mótmælinum.
Orsøkin til mótmælið var, at fleiri valevni hjá andstøðuni ikki hava fingið loyvi at stilla upp til komandi lokalvalið í Moskva.
Sambært myndugleikunum er orsøkin tann, at hesi valevni ikki hava fingið nóg nógvar veljaraundirskriftir til at kunna stilla upp, men sambært andstøðuni passar hetta ikki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald