Uttanlands

Fleiri enn 600 fólk saknað í Kalifornia

Sløkkiliðsfólkini hava fingið tamarhald á 40 prosent av eldunum

Býurin Paradiso í norðara partinum av Kalifornia varð javnaður við jørðina hósdagin í síðstu viku orsakað av Camp Fire (Mynd: Scanpix)

Býurin Paradiso í norðara partinum av Kalifornia varð javnaður við jørðina hósdagin í síðstu viku orsakað av Camp Fire (Mynd: Scanpix)

2018-11-16 08:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sambært nýggjum tølum, sum vórðu kunngjørd í nátt, eru 631 fólk saknað í Kalifornia, meðan í minsta lagi 63 hava latið lív í deyðiligasta skógareldunum í statinum nakrantíð. Tað boða lokalu myndugleikarnir frá sambært DR.

Harðligasti eldurin, Camp Fire, sum hevur herjað í norðara partinum av Kalifornia síðan hósdagin í síðstu viku, hevur breitt seg skjótt vegna harðliga vindinum og turkinum á økinum.

5000 sløkkiliðsfólk berjast í løtuni við hesum eldunum, og sambært BBC hava tey nú fingið tamarhald á 40 prosent av teimum. 

Í Suðurkalifornia herjir ein annar eldur, Woolsey Fire, sum hevur kravt trý mannalív.

Skógareldarnir í Kalifornia hava oyðilagt í minsta lagið 9.700 heim.

Sí eisini: Myndir: Ógvusligir eldar í Kalifornia 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder