Uttanlands

Fleiri fingu skaða við bretska parlamentið

Maður koyrdi á gongufólk og á verjugarð

Mynd: BBC

Mynd: BBC

2018-08-14 08:51 Author image
Ari av Rana
placeholder

Fleiri fólk fingu skaða í London, tá ein maður rendi á fólk og koyrdi á ein verjugarð uttanfyri Westminster Parlament í morgun klokkan 7.37.

Løgreglufólk, neyðsynjarakfør og brandmenn vóru skjótir á staðið. Eygnavitni siga frá, at løgreglan girdi inni ein bil, áðrenn bilførarin varð handtikin, skrivar BBC.

Scotland Yard boðaðu frá, at ein bilur rendi á ein verjugarð klokkan 7.37 í morgun uttanfyri parlamentið. Bilførarin varð handtikin, og fleiri gongufólk fingu skaða.

Bretska parlamentið er umgirt av stál- og betongverjugørðum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder