2019-01-02 07:23
Átta fólk hava fingið skaða á einum toki hjá DSB, tá tokið mátti bremsa knappliga á veg yvir um Stórabelt, skrivar DR.
Sambært miðlatalsfólki hjá DSB mátti tokið høgga bremsurnar tá okkurt rakti tokið klokkan 07.30 í morgun, danska tíð.
Løgreglan á Fjóni skrivar soleiðis á Twitter:
- Ein tokvanlukka er hend á lágbrúnni yvir Stórabelt. Sjúkrabilar og løgregla eru á veg til staðið. Gevið neyðsynjaførunum pláss. Koyrið ikki móti Nyborg eftir motorvegnum. Stórabeltssambandið er stongt...
Nógvur vindur er í økinum. Øll bilaferðsla eftir brúnni er stongd til klokkan 11, skrivar dr.dk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald