Sølan av fýrverki til nýggjárið er byrjað, og í hesum sambandi hevur løgreglan verið runt og kannað sølustøð, fyri at vita, um alt var í lagi.
Løgreglan vitjaði í gjár níggju sølustøð í miðstaðarøkinum, og har vórðu fleiri, sum fingu átalur.
Onkur fekk ikki loyvi at selja, tí fýrverkið var goymt í einari 40 fóts bingju, hóast goymslan í mesta lagi má vera 20. Eisini vórðu átalur givnar fyri treka brandhurð, vantandi merking, at bingjur stóðu ov nær við sølustaðið, og vantandi sløkkiútgerð. Hetta varð tó rættað beinanvegin, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Lagt verður afturat, at løgreglan fer at halda fram at kanna sølustøð komandi dagarnar fyri at tryggja, at kunngerðin um fýrverk verður hildin.
Les eisini: Ikki loyvt at skjóta fýrverk áðrenn nýggjársaftan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald