Mentan

Fleiri kend andlit at síggja í nýggjum “Friends”-parti

Í nýggja partinum av amerikonsku hitrøðini, sum verður tøkur 27. mai hitta vit m.o. David Beckham, og Malala Yosafzai

2021-05-16 20:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nýggi parturin av amerikonsku hitrøðini “Friends” verður at síggja á stroymingartænastuni HBO Max um tvær vikur, 27. mai, og umframt tey seks vinfólkini Joey (Matt LeBlanc), Chandler (Matthew Perry), Monica (Corteney Cox), Phoebe (Lisa Kudrow), Ross (David Schwimmer), og Rachel (Jennifer Aniston), verða eisini fleiri onnur kend fólk at síggja.

Sambært Ritzau eru 15 kend fólk við í partinum. Talan er m.a. um bretska fótbóltsleikaran David Beckham, “Game of Thrones”-sjónleikaran Kit Harrington, pakistansku stríðskvinnuna og móttakaran av Friðarheiðursløn Nobels, Malala Yousafzai, og heimskendu tónleikararnir Justin Bieber og Lady Gaga

Nýggi serparturin varð fyrr í ár tikin upp í Burbank í Kalifornia. Nýggi parturin verður ikki eins og hinir, sum vórðu vístir í sjónvarpinum. Einki handrit er gjørt til sendingina, og talan er, sum skilst, um okkurt, sum minnir um eina prátsending.

Seks fjepparar fingu møguleikan at síggja nýggja partin beinleiðis, meðan hann varð tikin upp. Teir vórðu valdir við lutakasti. Upprunaliga skuldu upptøkurnar gerast í fjør, men orsakað av koronu vórðu tær útsettar fleiri ferðir.

“Friends” varð send í sjónvarpinum í tíðarskeiðnum 1994-2004, og varð hon ein av best umtóktu sjónvarpsrøðunum í 90unum. Gjøgnum stroymingartænastur hevur røðin um tey seks vinfólkini í New York fingið nýtt lív, og er hon framvegis ein av best umtóktu røðunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder