Innanlands

Fleiri mannfólk enn konufólk í fólkavøkstrinum

Og burðaravlopið er minkað

Mynd: Hagstova Føroya

Mynd: Hagstova Føroya

2018-08-20 12:14 Author image
Ari av Rana
placeholder

Nýggjasta uppgerðin hjá Hagstovu Føroya vísir, at vit nú eru fleiri enn 51.000 fólk. Vøkstur er um næstan alt landið, men býtt á kyn er vøksturin ikki javnur.

Av vøkstrinum í fólkatalinum hetta 12-mánaðarskeiðið eru munandi fleiri mannfólk enn konufólk. Størsti munurin er í nettotilflytingini, har tað vóru 163 fleiri mannfólk enn konufólk. Men av tí, at tað var ein yvirvág av gentum í føðitalinum við 27 og í deyðatalinum ein yvirvág av mannfólki við 52, var samanlagda úrslitið 84 fleiri mannfólk í fólkavøkstrinum.

Á myndini niðanfyri sæst, at tað er serliga hetta fyrra hálvárið í 2018, at tað eru munandi fleiri mannfólk í nettotilflytingini enn konufólk. Hetta er stórt frávik frá gongdini frammanundan, har tað var nøkulunda javnt millum kynini.

Burðaravlopið er minkað
Samanborið við undanfarnað 12-mánaðskeiðið minkaði burðaravlopið (munurin millum fødd og deyð) við 55, úr 292 niður í 237 hetta 12-mánaðskeiðið. Orsøkin er, at samstundis sum føðitalið minkaði við 14, vaks talið av deyðum við 41.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder