
Seinastu dagarnar hava fimm starvsfólk í UNRWA, ST-hjálparfelagsskapurin fyri palestinsk flóttafólk, latið lív í ísraelskum álopum á Gaza.
Harvið hava tilsamans 284 ST-starvsfólk latið lív í krígnum millum Ísrael og Hamas, skrivar stjórin fyri UNRWA Philippe Lazzarin á X.
Hann leggur afturat, at vit helst ikki hava sæð tað ringasta enn.
– Fólk í Gaza uppliva ferð eftir ferð teirra ringastu marru, sigur hann og undirstrikar, at tað er alneyðugt, at vápnahvíldin millum Ísrael og Hamas verður endurnýggjað, og at humaniter hjálp sleppur inn í Gaza, og allir gíslarnir í Gaza verða leyslatnir á virðiligan hátt.
Les eisini: Ísrael er farið aftur í landkríggj móti Hamas í Gaza
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald