Við 20 atkvøðum fyri og tveimum ímóti samtykti Føroya Løgting fyri løtu síðani at geva frávik í tíðarfreistini á øllum viðgerðarstigum í sambandi við viðgerð av tveimum uppskotum um fiskidagar til útróðrarbátar í bólki 5b.
Í dag vórðu tvey uppskot løgd fram. Annað er frá Høgna Hoydal, landsstýrismanni við fiskivinnumálum, og hitt uppskotið var fFólkaflokkinum.
Fyri at kunna avgreiða hesi bæði uppskotini í dag, er neyðugt við fráviki frá vanligu tíðarfreistunum. Hetta varð samtykt við stórum meiriluta.
Løgtingsformaðurin heitti í hesum sambandi á tingfólk um at gera skjótt av í viðgerðini av løgmansrøðuni, sum enn gongur fyri seg. Tí roknast skal við fleiri tingfundum í dag, sum hann málbar seg.
Uppskot Fólkafloksins: Uppskot til løgtingslóg um sjófeingi (fleiri fiskidagar til bólk 5)
Uppskot Fiskimálaráðharrans: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Stilling av fiskidagatalinum í bólki 5)
(grein broytt kl. 10.39)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald