Innanlands

Flest veljarar eru fyri sjómannafrádráttinum

Sjálvstýrisveljarar og norðoyingar vilja varðveita meðan framsóknarveljarar og havnarfólk vilja avtaka sjómannafrádráttin vísir veljarakanning hjá Spyr.fo

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-07-26 08:27 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Flest føroyingar hava einki ímóti sjómannafrádráttinum, og halda at skattalættin hjá teimum, sum hava sítt arbeiðspláss á havinum, skal varðveitast.

Í veljarakanningini, sum Spyr.fo gjørdi fyri Portalin týsdagin, varð eisini spurt nærri inn til sjómannafrádráttin.

”Hvat heldur tú um sjómannafrádráttin?” varð spurt. Og svarini vísa, at nógv flestu føroyskir veljarar, 43,4 prosent halda, at sjómannafrádrátturin skal varðveitast. 35 prosent halda, at hesin serligi frádráttur skal avtakast, meðan 21,6 prosent ikki hava eina meining um spurningin.

Les eisini: Samgongan vinnur inn aftur á andstøðuna

Les eisini: Løgmaður missir undirtøku

Men rættiliga stórur munur er á hvussu svarað verður, um hugt verður eftir hvønn flokk atkvøtt verður fyri og hvar bústaðurin er.

Tað er fólk, ið velja Sjálvstýri, sum eru heitast fyri at varðveita sjómannafrádráttin. Tá Spyr.fo spurdi, eydnaðist tað ikki at finna nakran sjálvstýrisveljara, ið ikki vildi varðveita sjómannafrádráttin sum hann er.

Annars eru tað fólkafloks, sambands- og føroyafloksveljarar, ið eru heitast tilhangarar av at varðveita sjómannafrádráttin.

Í hinum endanum síggja vit, at tað er framsóknarveljarar, ið vilja sleppa av við frádráttin. 72 prosent av teimum, ið velja Framsókn, vilja eisini av við sjómannafrádráttin. Eisini í Tjóðveldi er meiriluti fyri at avtaka henda serliga frádráttin í skattaskipanini.

Um hugt verður landafrøðiliga eftir úrslitinum av kanningini, so eru tað veljarar í Norðoyggjum, sum vilja varðveita sjómannafrádráttin. Heili 67 prosent av veljarunum í Norðoyggjum – tvey út av trimum – vilja varðveita frádráttin. Í suðurøkinum, sum er Sandoy og Suðuroy, vil helmingurin varðveita sjómannafrádráttin.

Í hinum endanum eru tað fólkini í høvuðsstaðnum, sum vilja av við sjómannafrádráttin. Her sigur næstan helmingurin av veljarunum – 49 prosent – at tey vilja, at sjómannafrádrátturin skal avtakast.

(Tekstur og grafikkur rættaður kl. 09.51)

 

 

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder