Uttanlands

Flóðaldan: Talið av deyðum komið upp á 373

Vandin ikki av enn

2018-12-24 14:40 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Talið av deyðum eftir flóðalduna í Indonesia, er nú komið upp á 373, upplýsa tilbúgvingarmyndugleikarnir í landinum.

1459 fólk hava fingið skaða, og 128 fólk eru ikki at finna.

Fyrr í dag varð sagt, at 281 fólk vóru deyð, eftir at flóðaldin raktið strandarøkini millum tær báðar stóru oyggjarnar Sumatra og Java.

Les: Framvegis vandi fyri slóðaldum í Indonesia 

Talið av deyðum og vavið av oyðileggingunum heldur áfram við at økjast, segði ein talsmaður fyri mundugleikarnar tá.

Flóðaldan rakta fleiri økir í Sunda-fjørðinum millum oyggjarnar, harímillum baðiferðamálini Padeglang, Serang og Lampunt, klokkan 21.30 lokala tíð leygarkvøldið. Serliga Padeglang økið varð hart rakt.

Í dag hava bjargingarlið gravað við berum nevum og maskinum fyri at koma niður í húsaleivdirnar eftir fólki. Fleiri túsund fólk eru flutt til hægri liggjandi økir fyri at vera trygg um fleiri flóðaldur skuldu komið.

Myndugleikarnir siga, at flóðaldan stavar frá einum omanlopi undir vatnskorpuni orsaka av eldgosvirksomi á oynni Kraktau.

Tað hevur regnað illa í økinum í dag, og tað hevur forðað bjargingarliðunum í arbeiðinum. Vandi er framvegis fyri fleiri flóðaldum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder