2021-08-30 10:39

Í dag eru fimm komur og fráferðir á skránni á Vága Floghavn, men nakrar seinkingar eru í ferðaætlanini hjá Atlantsflogi.
Orsøkin er, at eitt flogfar fekk ein fugl í annan motorin, tá tað skuldi seta seg í Vágum í gjár, og verður tað tí ikki brúkt í løtuni, skrivar Kringvarpið.
Motorurin fekk tó ongan skaða, og fer flogfarið í flúgving aftur seinnapartin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald